Hvussu er kulfaktorurin í Runavík?

Hvussu er kulfaktorurin í Runavík?
Í Kulfaktor Føroya í dag verður vitjað í Runavík. Saman við samfelagsfrøðingi og arkitekti verður hugt nærri at kulfaktorinum hjá rættiliga unga ídnaðarbýnum á Skálafjørðinum
 
28.11.2023 - 15:18

Í hesari Kulfaktor Føroya sendingini vitja vit í Runavík, og tá er tað Runavík, Saltangará og Glyvrar undir einum.

Og tað er saman við Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi við sergrein í býarskipan, og Ninu Arge, arkitekti, ið harumframt hevur eina eftirútbúgving innan býarskipan.

Í sendingini verður nomið við Runavík í dag og frameftir, og eitt nú hvørjir møguleikar og avbjóðingar eru fyri framman.

Eisini verður tosað við Tórbjørn Jakobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu. 

Tosað verður eisini við Maritu Debess Magnussen, ið er stjóri á granskingarstovuni Thetis, ið flutti til Saltangará í august.

 

Hvat er kulfaktorur?

At vera kul kann merkja, at talan er um ein áhugaverdan, hendingaríkan og fjølbroyttan bý ella bygd. Stutt sagt, at talan er um eitt gott og spennandi stað at búgva og vera í. 

Gløgt er gestsins eyga er táttur, har ið ein tilflytari í hvørjari sending setur orð á, hvussu viðkomandi hevur upplivað at flyta til eitt ávíst stað. Og hesa ferð er tað Tóta Árnadóttir, sum er flutt úr Havn til Saltangará.

Hvat: Kulfaktor Føroya
Hvar: Í útvarpinum
Nær: Í dag kl. 17.05

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947