Lækka skattaprosentið í Vági

Lækka skattaprosentið í Vági
Skattalættin og barnafrádrátturin kosta hálva millión krónur
Vágs kommuna hevur samtykt at lækka skattaprosentið og at hækka barnafrádráttin.
 
28.11.2023 - 13:09

Skattaprosentið í Vágs kommunu lækkar næsta ár.

Tað fer úr 21,30 prosentum niður í 21,10 prosent.

Og barnafrádátturin hækkar úr 6.000 krónum upp í 6.250 kr.

Skattalættin og barnafrádrátturin kosta hálva millión krónur. 

 

Inntøkurnar 74 milliónir

Inntøkurnar hjá Vágs kommunu eru mettar at vera 74 mió. kr. í 2024, góðar 2,4 mió. kr. meira enn mett var um 2023.

Raksturin fer at kosta 67,7 mió kr.

Íløgur vera gjørdar fyri 5,2 mió. kr. 

Yvirskotið, sum er mett at vera ein millión og 117 túsund kr. verður brúkt til at gjalda skuld.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948