Semingsstovnurin hittir partarnar aftur í dag

Semingsstovnurin hittir partarnar aftur í dag
Endamálið er at vita, um møguleiki er at koma víðari, sigur varasemingsmaðurin
Terje Sigurðsson, semingsmaður, og Fróði Sivertsen, varasemingsmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.11.2023 - 11:37

Støðan í verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er óbroytt, men Semingsstovnurin hevur kallað partarnar til fundar hvør sær í dag.

- Vit hava kallað partarnar til fundar tíðliga seinnapartin fyri at vita, um nakrir møguleikar eru at hóma fyri at koma víðari, sigur Fróði Sivertsen, varasemingsmaður.

Hann vil tó einki siga um, hvørjar vónir semingsstovnurin hevur um at fáa nakra semju í lag.

Spurdur, um nakað semingsuppskot er á veg, sigur varasemingsmaðurin, at so langt eru tey ikki komin enn. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948