- Tíðindi, mentan og ítróttur
Helvtina færri karensdagar og størri útgjald

Rættarnevndin tekur undir við, at fiskimenn fáa betri sømdir í ALS.
Hon tekur undir við uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni í arbeiðsmarknaðnarmálum, Margit Stórá, sum mælir til at broyta ALS-lógina og áseta, at karensdagarnir hjá fiskimonnum fara úr 30 niður í 15 dagar.
Tað er, at fiskimenn bara skulu bíða í 15 dagar í staðin fyri 30 at sleppa upp í ALS.
Og útgjaldstíðarskeiðið verður longt úr í mesta lagi 60 upp í 90 útgjaldsdagar.
Sambært galdandi lóg fáa fiskimenn arbeiðsloysisstuðul 30 dagar eftir, at skip teirra er lagt, tí tað skal umvælast, hóast setanarliga tilknýtið millum fiskimannin og reiðaríið ikki er slitið.
Hetta skal nú fara niður í 15 dagar.
Og fiskimenn fara nú at fáa arbeiðsloysisstuðul í 90 dagar í staðin fyri 60.
Fiskimenn kosta ikki ALS nógv. Í viðmerkingunum um lógaruppskotið stendur, at frá 2015 til 2020 hevur ALS goldið 41 fiskimonnum 83.253 kr.
Í 2021, 2022 og 2023 fekk ALS ongar umsóknir frá fiskimonnum.