- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hesi hava verið á Vágskálini higartil
Í heyst hevur KvF sent útvarpssendingina Vágskálina mikudag kl. 17.05. Vertur er Uni Arge.
Higartil hava verið sendar 10 sendingar, og bæði skaldsøgur, stuttsøgur, yrkingar, søgubøkur, sjónleikir og myndlist hava verið viðgjørd.
Fekst tú ikki allar sendingarar við, sært tú her, hvørjar tær vóru, og hvussu tær eita í yvirlitinum á heimasíðu okkara:
1. Tvey yrkingasøvn um at missa
Urd Johannesen og Beinir Bergsson ummæla yrkingar hjá Kim Simonsen og Jóan Paula Dahl Jakobsen.
2. Plottini dríva verkið hjá Ben
Rakel Helmsdal og Sámal Soll ummæla stuttsøgur hjá Ben Arabo.
3. Jóanes er vorðin heldur mildari
Malan Marnersdóttir og Sanna Klein ummæla skaldsøgu hjá Jóanesi Nielsen.
4. Ein neyðugur sjónleikur um kríggj
Gunnvá Zachariasen og Kinna Poulsen ummæla sjónleikin ”Tá kríggið er liðugt”.
5. Býlingur og bumba í miðdeplinum
Erling Isholm og Eirikur Lindenskov ummæla bøkur hjá Jørleifi Kúrberg og Hans Andriasi Sølvará.
6. Tilgjørt vit eitt avbjóðandi vegamót
Birgir Kruse, Øydis Bjerre og Knút Háberg Eysturstein viðgera avbjóðingar við tilgjørdum viti.
7. Naknir sannleikar og óunnilig veitsla
Kinna Poulsen, Gulla Øregaard, Gunnvá Zachariasen og onnur ummæla tveir sjónleikir.
8. Spennandi ræðusøga um Føroyar í framtíðini
Sanna Klein og Sámal Soll ummæla ”Dreymsótt” hjá Rakel Helmsdal.
9. Listin skal eisini órógva friðin
Jan Andersson, Anna Maria Dam Ziska, Kim Simonsen og onnur viðgera myndlist og Ole Wich.
10. Tóroddur skrivar í fleiri løgum
Hans Jacob Kollslíð og Malan Marnersdóttir ummæla tvey yrkingasøvn hjá Tóroddi Poulsen.