Ongin føroyingur fekk virðisløn frá Norðurlandaráðnum

Ongin føroyingur fekk virðisløn frá Norðurlandaráðnum
Fýra føroyingar vóru í ár í uppskoti til virðislønir, men hóast teirra framúr avrik og tilnevningar, so vunnu teir tó ikki hesa ferð
 
31.10.2023 - 20:49

Svenska Johanna Rubin Dranger fekk Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri sína grafisku skaldsøgu "Husk oss til livet", har hon skrivar um sína jødisku familjusøgu.

Norski mentamálaráðharrin Lubna Jaffery handaði virðislønina á Óperuni. Dómsnevndin lýsti verkið sum "overveldende og vigtigt".

Danski filmurin "Viften" vann filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins. Frederikke Aspöck hevur leikstjórnað, og Anna Neye hevur skrivað handritið.

Filmurin snýr seg um Danmark, sum hjálandaveldi í Vestur-Indisku oyggjunum við einum absurdum, skemtiligum sniði og byggir á veruligar hendingar. Filmskapararnir fingu rós fyri teirra óvanliga greiðu visjón.

Í bólkinum fyri barna- og ungdómsbókmentir var íslendska Rán Flygenring heiðrað fyri bókina "Eldgos", sum lýsir eina familju og ferðafólk, sum eru nær einum goysandi gosfjalli. Dómsnevndin metir, at bókin er ein fjálg og skemtilig frásøgn. Flygenring er fødd í Noregi, men býr í Íslandi.

Finska Maija Kauhanen fekk tónleikavirðislønina fyri sítt fjølbroytta megnararbeiði í tónleikaheiminum. Hon hevur skapt sær eitt navn á altjóða pallinum, og dómsnevndin vísir á hennara evni at sameina siðvenju og nýggjar tónar.

Svenska felagið Renewcell vann umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri nýskapandi arbeiði við at endurvinna plaggburturkast.

 

Ongin føroyskur vinnari

Fleiri føroyingar vóru í uppskoti til virðislønir í ár.

Dánial Hoydal og Annika Øyrabø í bólkinum barna- og ungdómsbókmentir, Teitur Lassen í tónleikabólkinum og Marjun Syderbø Kjelnæs í bólkinum fyri bókmentir.

Hóast teirra framúr avrik og tilnevningar, vunnu tey tó ikki hesa ferð.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948