Meirilutin mælir frá at yvirtaka Norðurlandahúsið

Meirilutin mælir frá at yvirtaka Norðurlandahúsið
Samgongan og Sambandsflokkurin í mentanarnevndini halda, at føroyingar hava ávirkan á virksemið í Norðurlandahúsinum.
Miðflokkurin hevur skotið upp at yvirtaka Norðurlandahúsið.
 
19.10.2023 - 15:27

Samgonguflokkarnir og Sambandsflokkurin í mentanarnevndini taka ikki undir við uppskotinum hjá Miðflokkinum um at yvirtaka Norðurlandahúsið.

Minnilutin, Fólkaflokkurin, tekur støðu til málið í tingsalinum.

Mentanarnevndin hevur lagt fram álit í málinum í dag.

Meirilutin, Sólvit E. Nolsø, Jóhannis Joensen, Súsanna Bertholdsen, Liljan Weihe, Erling Eidesgaard og Magnus Rasmussen, siga, at tað er ikki rætt, sum uppskotsstillararnir siga, at føroyingar onga ávirkan hava á virksemið í Norðurlandahúsinum.

 

Sólvit E. Nolsø er formaður í mentanarnevndini. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Umboð í stýri og ráðgevandi nevnd

Føroyar eru partur av norðurlendska samstarvinum, og vit hava umboð í stýrinum fyri Norðurlandahúsinum, og vit eiga allir limirnar í ráðgevandi nevndini.

Raksturin av Norðurlandahúsinum kostar 25 milliónir kr. um árið, og av hesum rindar landsstýrið 1,7 milliónir kr.

Tryggingarvirðið á húsinum er 200 milliónir kr. umframt innbúgv og útgerð, verður upplýst í álitinum frá meirilutanum, sum mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið frá Miðflokkinum.

 

Bárður á Lakjuni hevur minnilutaálit í mentanarnevndini. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Minni kann gera tað

Minnilutin, Bárður á Lakjuni, sigur, at minni enn ein yvirtøka av Norðurlandahúsinum kann gera tað, sum er endamálið við uppskotinum hjá Miðflokkinum, og hesum eigur at verða arbeitt við.

Letur tað seg ikki gera at fáa broytt viðurskiftini, eiga vit at kanna møguleikarnar viðvíkjandi yvirtøku nærri, sigur minnilutin, sum tekur støðu til málið í tingsalinum. 

Les alt álitið her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823