Aðalstjórnin og tingmanningin tilnevna í felag landsstýrisfólkið

Aðalstjórnin og tingmanningin tilnevna í felag landsstýrisfólkið
Høvuðsatlitið er, at valið skal styrkja flokkin, sigur Høgni í Stórustovu, formaður í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi
Høgni í Stórustovu er formaður í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi.
 
06.03.2025 - 13:06

Aðalstjórnin í Tjóðveldi og tingmanningin tilnevna í felag landsstýrisfólkið fyri Dennis Holm, sum hevur lagt frá sær.

Og so er tað tingmanningin, sum eigur avgerðina.

Tað sigur Høgni í Stórustovu, formaður í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi. Hann sigur, at høvuðsatlitið er, at valið skal styrkja flokkin, 

Í aðalstjórnini eru 13 limir, valdir fyri eitt ár í senn. Økisfeløgini velja sjey limir, og Unga Tjóðveldið velur ein lim í aðalstjórnina.

 

Sirið Stenberg. (Mynd. Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fær eitt uppskot um nýtt landsstýrisfólk ikki meiriluta í tingbólkinum, verður tað forfólkið í flokkinum, sum nú er Sirið Stenberg, ið tekur endaligu avgerðina.

Sirið Stenberg segði við Kringvarpið í gjár,  at málið er at velja nýtt landsstýrisfólk hesa vikuna, og at tað kann skapa ófrið, um landsstýrissessurin stendur ómannaður ov leingi.

Enn hava aðalstjórnin og tingmanningin ikki havt fund um málið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681