
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tjóðveldi skal styrkjast norðan fyri Havnina

Tjóðveldi hevur ikki havt tingfólk í Norðoyggjum og Eysturoynni í fleiri ár, men nú flokkurin umskipar manningina í landsstýrinum, er greitt, at stig eru tikin broyta hesa gongdina.
Tað ásannaði Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, eisini, tá hon var gestur í útvarpstíðindunum á middegi.
Nýggju landsstýrismenninir eru úr Eysturoynni og Norðoyggjum.
Jóhan Christiansen verður landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum.
Jóhan Christiansen verður landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum fyri Dennis Holm, sum fer aftur í tingið.
Jóhan Christiansen fekk 125 atkvøður á løgtingsvalinum í 2022.
Hann er 47 ára gamal, og hevur verið rakstrarstjóri hjá Ocean Rainforest. Jóhan Christiansen var borgarstjóri í Eysturkommunu frá 2009 til og við 2020.
Eirikur í Jákupsstovu fer at umsita almanna- og mentamál í landsstýrinum. (Mynd. Bjarni Árting Rubeksen)
Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, fer í landsstýrið at umsita almanna- og mentamál.
Eirikur í Jákupsstovu er 37 ára gamal og tingmaður fyri Tjóðveldi. Hann fekk 295 atkvøður á seinasta løgtingsvali, og kom á ting sum varamaður, tá ið Tjóðveldi fór í samgongu.
Eirikur í Jákupsstovu er útbúgvin løgfrøðingur.
Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, sum hevur umsitið almanna- og mentamál, fer nú at umsita uttanríkis- og vinnumál fyri Høgna Hoydal, sum fer aftur í løgtingið.
Hoyr samrøðu, sum Emil Lisberg Jacobsen gjørdi við Sirið Stenberg, ið var gestur í útvarpsstovuni:
Árni Gregersen.
Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, sigur, at tjóðveldisfeløgini í Norðoyggjum og í Eysturoynni hava strongt á at fáa landsstýrisess.
Hann var gestur í útvarpsstovuni: