- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanska ikki liðugur enn

Ein av okkara fremstu politikarum í mong ár, Høgni Hoydal, skal venja seg til ein øðrvísi gerandisdag, nú hann bæði er farin frá sum formaður í Tjóðveldi og er á veg úr Tinganesi.
Hann hevur staðið í andglettinum, síðani hann kom upp í politikk í 1998, men er nú aftur “á gólvinum” sum løgtingsmaður.
- Hetta er fyrstu ferð, at eg skal royna meg sum samgongutingmaður, tí tá eg áður havi sitið á tingi, hevur tað verið í andstøðu, sigur Høgni Hoydal.
Ikki minst verður tað ein stór broyting fyri hann persónliga at fáa ein øðrvísi gerandisdag, enn hann hevur havt hesi mongu árini í politikki:
- Tað hava verið langir arbeiðsdagar, men nú ætli eg mær at fáa stundir til annað, so sum hondbóltin í H71, sigur hann.
Umframt sjey ferðir at hava verið valdur í løgtingið og tvær ferðir í danska fólkatingið, hevur Høgni Hoydal í fimm umførum sitið sum landsstýrismaður.
Her kanst tú hoyra samrøðu við Høgna Hoydal: