- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvøða til Biritu Mohr, sjónleikara
Góða Birita.
Tað er við stórari gleði at eg kann vera millum tey fyrstu, ið ynskja tær hjartaliga til lukku við Serstøku Virðisløn Landsins, sum tú fært fyri títt drúgva, fjøltáttaða og slóðbrótandi arbeiðið innan yrkisleiklist í Føroyum.
At vit á hvørjum ári heiðra listafólki og mentafólki við Mentanarvirðisløn, Heiðursgávu og hesi serstøku virðisløn, sum í ár verður latin tær, Birita, ber boð um, at vit liva vit í einum landi, sum ynskir at heiðra listini og mentanini, og teimum, ið hava gingið á odda og avrikað okkurt serligt, okkum øllum at gagni.
Og tá tú í dag verður heiðrað, eri eg ikki sørt errin av at hava verið við tær á tíni longu ferð, og at eg kann kenna meg sum ein part av nógvu avrikum tínum innan leiklist.
Tá eg á fyrsta sinni var við í einum leiki hjá Grímu og slapp at royna meg sum yrkisleiklistafólk, fekk eg frá fyrsta degi holla vegleiðing, undirvísing og stuðul frá tær.
Vit granskaðu, vandu, tjakaðust, leitaðu og royndu alskyns venjingarteknikkir fyri at menna okkum sum leikarar og styrkja okkara arbeiðsamboð, okkara rødd og okkara kropp.
Vit gjørdu Chi-Gong og Tai-chi og teir 5 Tibetanararnar, vit mediteraðu og gjørdu yogavenjingar, vit mimaðu og gjørdu akrobatikk, improviseraðu, dansaðu og sungu, gjørdu view-points og suzuki.
Vit runnu í plantasjuni langt áðrenn renning gjørdist eitt tjóðarítriv her á landi.
Drívmegin hjá tær var at skapa virðilig kor fyri tínum faki - og virðing fyri tíni list.
Og nú eg nevni virðilig kor og virðing fyri listini, síggi eg teg fyri mær, Birita, meðan tú stendur ovast uppi í einum stiga og heingir leiktjøld upp, hóast tína hæddarræðslu.
Eg síggi teg dragsa tung podiir oman og niðan brattar skúlatrappur, greiða endaleysar fløkjur av káplum og leidningum, stappa parúkkar, smyrsl og flákrandi gevantir niður í kuffert og inn í bilin og so avstað.
TÍ - vit koyrdu og sigldu um firðir og sund fyri at bera leiklistina út í hvønn krók í landinum, til ung sum gomul, børn og vaksin.
Øll skuldu fáa høvi at síggja og uppliva yrkisleiklist.
Onkuntíð upplivdu vit, at børn, aftaná sýning, komu og nurtu við okkum, fyri at vita, um vit vóru livandi, tí hetta var helst fyrstu ferð tey upplivdu livandi sjónleik.
Og vit fylgdu væl við hvat rørdist á leikpallum úti í heimi. Oftast vóru leikir settir á skrá, ið viðgjørdu evni, ið vóru uppi í tíðini og neyðug at seta sjóneyku á.
Einaferð í 90’unum spældu vit leikin “Á Krabbasvalanum”, sum snúi seg um at vera rakt av krabbameini, og um hvussu ein kundi fáa meira opinleika kring hetta sera viðkvæma evnið. Tá merktu vit, at fólk aftraðu seg við at koma til leikin, tí evnið var ov sárt.
Men Birita, tú var treisk, segði, at so leingi fleiri fólk sótu í salinum enn leikarar vóru á pallinum, so spældu vit. Vit vóru seks leikarar, og eitt kvøldið spældu vit fyri átta áskoðarum. Onkur, sum var ímillum hesi 8 hetta kvøldið, segði seg sjáldan hava haft sterkari leiklistaliga uppliving.
Títt arbeiði og tín eldhugi at fáa sett á stovn ein føroyskan tjóðpall var altíð ein sjálvsagdur partur av øllum.
Men tú hevði eisini tíni ivamál, tá einasti fríyrkis leikbólkurin Gríma skuldi taka avgerð um at handa frá sær allar ognir og vunnin rættindi til nýggja og lógarfesta almenna stovnin Tjóðpall Føroya.
Á Tjóðpallinum gjørdist tú ein av fremstu leikarunum, og framførdi, við tíni ekseptionellu pallnærveru, ein høvuðsleiklut fyri og annan eftir.
Sjálv fekk eg høvi at vera leikstjóri hjá tær nakrar ferðir. Og hetta var ikki altíð uttan svørðslag. Tú hevði tína sera kroppsligu tilgongd til leiklutirnar, sum tú skuldi skapa, og leikstjórin mátti veruliga kýta seg, fyri at sleppa inn um sterka og málrættaða arbeiðsháttin, sum er títt sereyðkenni.
Tó gloymi eg ongantíð tá vit, aftaná grát, tannagrísl og hurðaklams, náddu inn til eymu, skaldsligu kjarnuna í kvinnuni, sum í leikinum NordOst skal greiða frá, hvussu hon misti mannin.
Ella endarøðuna í umstrídda leikinum Ginusøgur, tá tú vart mamman, ið segði frá hvussu stórbart tað kendist at vera hjástødd, tá dótturin átti barn.
Hesar sterku og inniligu løtur við tær á pallinum hava fylgt mær sum dømi um hvat leiklistin kann, og hvat ið er høvuðsuppgávan hjá sjónleikaranum.
At vera fult og heilt til staðar SAMAN við áskoðaranum. Tí leiklistin er ikki bara stór hús, flottir búnar, kend andlit og víðagitni.
Leiklistin er løtan í leikhúsinum, tá áskoðarar og leikarar á pallinum samstundis kenna somu nærveru, ótta, iva, gleði, spenning og stuttleika og fara úr leikhúsinum við eini kenslu av, at vit eru øll menniskju, við somu grundleggjandi kenslum, ynskjum, dreymum og lívstreytum.
Leiklistin, sum listagrein og fak, verður, við hesi heiðran av tær, Birita, sett á breddan og lyft upp um alt stríð og trætur.
Eg loyvi mær at enda við vælkendu orðunum hjá leikstjóranum Peter Brook.
Hann sigur: “Eg kann taka eitthvørt tómt rúm og rópa tað ein beran pall. Ein persónur gongur ígjøgnum tóma rúmið, meðan onkur annar hyggur at honum. Hetta er alt ið krevst, fyri at ein sjónleikur verður til.”
Góða Birita, takk fyri løturnar - á pallinum og handan pallin - fyri stríðið, tárini og láturin, sorgarløtur og gleðisróm. Takk fyri leiklistina og hjartaliga til lukku við heiðrinum.