Kvøða til Teit Lassen

Kvøða til Teit Lassen
Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur, bar fram eina kvøðu til Teit Lassen
Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.10.2023 - 20:15

Í ár eru tað 20 ár síðani, at altjóða debutplátan hjá Teiti, Poetry & Airplanes, varð útgivin á Universal, ið er eitt av heimsins størstu plátufeløgum. Eyðsæð var talan um eina drúgva gongd, áðrenn Teitur yvirhøvur kom í samband við Universal. Longu sum tannáringur náddi hann upp á ovasta popptindin í Føroyum saman við Mark No Limits. 

Teitur var tó markleysur í síni tilgongd til tónleikin og ætlaði sær annað og meir enn eina tilveru sum poppstjørna her í okkara heimliga og hugnaliga dunnuhyli. Á ungum árum flutti Teitur av landinum, tí hann vildi royna flogið á altjóða tónleikapallinum.

Fyrstu ferð eg prátaði ordiliga við Teitur, var í 2003, tá vit vórðu nakrir ungir mans úr Eysturoynni, sum vunnu Prix Føroyar við tónleikabólkinum Gestir. Hetta kvøldið spældi Teitur eina solo framførslu, og einsamallur fylti hann pallin, líka so væl sum nakar bólkur ella orkestur. Vit prátaðu saman til afterparty, og tað gjørdist mær greitt, at hesin fýrurin hevði nógv upp á hjartað og ætlaði sær meira enn bara tað, sum var fyrst fyri. Hann hevði sett sær høg mál.

Seinni hetta árið kom áðurnevnda Poetry & Aeroplanes útgávan, ið sjósetti altjóða yrkisleiðina hjá hesum unga sangara og sangskrivara - tó ikki soleiðis, sum plátufelagið Universal ætlaði tað. 

Í 2006 kom onnur útgávan, Stay Under The Stars, og tá stóð øllum greitt, at samstarvið við stóra plátufelagið var endað. Plátufelagið hevði aðrar ætlanir enn Teitur. 

Teitur stovnaði egið plátufelag og fór sína egnu leið. 

Og egnu leiðina hevur hann gingið líka síðani. Vit kunnu tí fegnast um tær nógvu ómetaliga gjøgnumførdu solo útgávurnar, spennandi samstørv við altjóða tónleikanøvn, konsertir víða hvar úti sum heima, og nýggj og óvæntaði sambond. Líka frá altjóða poppi til klassiska tónsetingarlist, frá elektroniskum ljómi til sangir, sum ferðast frítt tvørturum landamørk.

Spyrja tit meg, hvat vit hátíðarhalda í kvøld við hesi landsins størstu mentanarvirðisløn, ja, so er tað júst hetta: at Teitur fór ikki bara út í heim at taka lógvatøk við altjóða tónleikapallin. Hann valdi eisini listina framum løtuvinningin.

Í tónleikaídnaðinum er trýstið mangan stórt. Tey eru mong, sum halda seg vita betur enn tú. Tað er lætt at fella fyri freistingini og jagstra ta stuttskygdu loysnina. Men tað er sjáldan tað, sum loysir seg best. Ein lykil til tilgongdina hjá Teiti fann eg einaferð á einum av hansara sosialu miðlapallum. Har stóð bert ein setningur: “I play the long game”.

Eg spæli tað drúgva spælið. Hvat merkir tað? Jú, at spæla tað drúgva spælið merkir at seta sjóneykuna á langtíðar úrslitini, og samstundis at taka smá, tilvitaði fet til tess at vita, hvat tú ætlar at gera næst. Tað merkir at sleppa sær undan løtuvinningi og ístaðin fokusera á at byggja eitt fundament, ið fer at tæna tær betur í framtíðini.

Hyggja vit eftir undanfarnu 20 árunum, so er tað júst hetta, ið Teitur hevur gjørt í øllum viðurskiftum. Saman við góðum fólkum hevur hann skapað sær eina professionella tónlistaliga yrkisleið, sum er í samljóði við hansara lív og í eygnahædd við tey, sum hann hevur kær, og við tey, sum hann samstarvar við.

Og við okkum, sum lurta. Sum gleðast hvørja ferð okkurt nýtt og spennandi er at frætta frá Teiti. Tí Teitur fer alla tíðina víðari á síni listaligu leið, hann brýtur upp úr nýggjum og leggur nýggj drøg afturat síni tónlistaligu búning.

Hetta fegnast vit um. Og vit fegnast eisini um, at Teitur, sum longu hevur avrikað eina rúgvu innan tónleikin, eisini er mitt í lívinum. Vit kunnu tí gleða okkum til nógv ár afturat við listaligari skapan.

Eg fari at enda við einum broti úr einum sangi av meistarligu sálmaplátuni hjá Teituri, I Want To Be Kind, frá 2018:

And now I just want
To be of use
And be there for the ones I love
To be of use
And give when someone needs to borrow
To be of use

og eg loyvi mær at týða til føroyskt:

og nú vil eg bert
verða til gagns
verða har fyri tey, sum eg elski
verða til gagns
geva tá onkur hevur brúk fyri at læna
verða til gagns

Góði Teitur. Tú ert okkum øllum til gagns. Og Føroyum til heiðurs. Hjartaliga tillukku við Mentanarvirðisløn landsins. 

Takk fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221