Kanning: Leiðslur duga ikki nóg væl at skapa gott arbeiðsumhvørvi

Kanning: Leiðslur duga ikki nóg væl at skapa gott arbeiðsumhvørvi
12 prosent svara, at tey kenna seg ikki vird av leiðsluni, og fimti hvør sigur seg uppliva illvilja frá øðrum á arbeiðsplássinum
Starvsfelagið hevur gjørt kanning um happing á arbeiðsplássinum. (Savnsmynd)
 
12.10.2023 - 14:49

Leiðslur á arbeiðsplássunum á sáttmálaøkjum hjá Starvsfelagnum megna ikki nóg væl at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi og eina sunna mentan á arbeiðsplássinum. 

Tað er ein av niðurstøðunum í kanningini um happing, sum Starvsfelagið hevur gjørt. 

Svarini frá limunum hjá Starvsfelagnum vísa m.a., at fimti hvør limur upplivir illvilja frá øðrum á arbeiðsplássinum, og at 12 prosent av limum kenna seg ikki vird av leiðsluni. 

17 prosent siga seg ikki fáa kunning um týðandi broytingar á arbeiðsplássinum.

 

Katrin av Kák er sálarfrøðingur.

 

Leiðslan og stravsfólkið

- Hesir spurningarnir verða settir fyri at kanna mentanina á staðnum. Har leiðslan hevur gott samband við, hevur álit á og vísir virðing fyri starvsfólkunum, ávirkar tað sambandið millum starvsfelagarnar og eisini arbeiðsumhvørvið á góðan hátt, og tað fyribyrgir happing.

Tað sigur Katrin av Kák, sum er sálarfrøðingur, og hevur verið við til at gjørt kanningina um happing fyri Starvsfelagið.

- Soleiðis, sum vit skilja happing í dag, eru tað viðurskiftini uttanum og millum starvsfólkini og arbeiðsmentanin á staðnum, sum viðvirka og elva til happing, sigur Katrin av Kák. 

 

Ringast á sáttmálaøkinum hjá FMR

Tað er á sáttmálaøkinum hjá Fíggjarmálaráðnum, har støðan er ringast, vísir kanningin hjá Starvsfelagnum.  

23 prosent av teimum á sáttmálaøkinum hjá FMR hava verið fyri happing, meðan tølini fyri Kommunuala arbeiðsgevarafelagið og Føroya arbeiðsgevarafelag eru munandi minni, ávikavist 17 og 10 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109