- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja eftir stjóra til Føroya Tele
Føroya Tele søkir nú eftir nýggjum stjóra til samtakið.
Nýggi stjórin skal hava drúgvar leiðsluroyndir og evni til at ganga á odda og framhaldandi tryggja ein úrslitagóðan og sunnan rakstur, verður sagt í lýsingini.
Sum kunningar- og fjarskiftisfelag, átt av landinum, fær nýggi stjórin ein týðandi leiklut í samfelagnum, stendur eisini.
Stjórin skal hava eina viðkomandi tekniska ella búskaparliga útbúgving frá hægri lærustovni.
Koyrdur til hús
22. september varð Jan Ziskasen koyrdur til hús, eftir at hava verið samtaksstjóri í átta ár.
William Joensen, fíggjarstjóri, tók tá fyribils við stjórastarvinum.
Kappingareftirlitið kom nakrar dagar seinni til ta niðurstøðu, at Føroya Tele hevði misbrúkt sína ráðandi marknaðarstøðu, og harvið brotið kappingarlógina.
Sambært Kappingarráðnum, hevur Føroya Tele framt tvey brot á kappingarlógina, og hesi bæði eiga at kosta almenna partafelagnum 45 milliónir í bót.
Freistin at søkja starvið sum samtaksstjóri í Føroya Tele er fríggjadagin 31. oktobur 2023.