- Tíðindi, mentan og ítróttur
Servand løgreglufólk venja í Havn
Servand løgreglufólk venja í Havn
Endamálið er at venja og viðlíkahalda førleikarnar hjá politistunum í sonevndu reaktiónspatruljuni, sum traðkar til, tá talan er um serliga vandamiklar støður
28.01.2025 - 19:24
Ein serlig eind hjá løgregluni ger í hesum døgum venjingar ymsa staðni í Havnini.
"Vit vita ikki, hvat hendir nú. Vit vita heldur ikki, hvat fer at henda um eitt ár: Vit eru bara klár". Tað sigur Rúni Vesturklett, sum er leiðari á serligu eindini.
Talan er um eina vanliga venjing - sum verður gjørd fleiri ferðir um árið, leggur hann aftrat.
Endamálið við venjingini er at viðlíkahalda førleikarnar hjá politistunum í sonevndu reaktiónspatruljuni, sum traðkar til, tá talan er um serliga vandamiklar støður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV