11 grundstykki tøk í Klaksvík

11 grundstykki tøk í Klaksvík
Gjaldið fyri at standa á listanum er tvífaldað, og er nú 5.000 kr.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
29.01.2025 - 08:14

Klaksvíkar kommuna bjóðar 11 grundstykki.

Tíggju teirra eru millum Hjalla, og eitt er undir Klakki. Fermetraprísurin er 380 kr.

Minsta stykkið er 492 fermetar. Tað kostar 186.960 kr.

Tað størsta er 553 fermetrar og kostar 210.140 kr.

 

Reglugerðin dagførd

Klaksvíkar kommuna hevur dagført reglugerðina um bíðilistan eftir grundstykki.

Samstundis er gjaldið fyri at vera á listanum hækkað.

Tað var 2.500 krónur, men er nú 5.000 krónur.

Døgføringin ger eisini, at býráðið loyvir frávikum og ikki umhvørvis- og býarskipanarnevndin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835