- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjørn Kunoy og Sjúrður Rasmussen umboða Føroyar í grein 6-nevndini
Grein 6-nevndin, sum skal greiða spurningin, um stjórnarskipanarliga støða Føroya loyvir Føroyum at gerast sjálvstøðugur limur í Heimshandilsfelagsskapinum WTO, er nú sett.
Tað boða bæði landsstýrið og forsætismálaráðið frá í tíðindaskrivum.
Umboðini, sum landsstýrið hevur valt, eru Bjørn Kunoy, føroyskur sendimaður í Washington, og Sjúrður Rasmussen, serligur løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni.
Umboðini hjá donsku stjórnini eru Vibeke Pasternak Jørgensen, stjóri fyri løgfrøðiligu tænastuna í donska uttanríkisráðnum, og Anders Sparholt Jørgensen, deildarleiðari í løgmálaráðnum.
Jens Peter Christensen, hægstarættarforseti, verður formaður í grein 6-nevndini. (Mynd: Altinget.dk)
Hægstirættur hevur valt Jens Peter Christensen, hægstarættarforseta, sum eisini verður formaður, og hægstarættardómararnar, Lars Hjortnæs og Jens Kruse Mikkelsen.
Nevndin, sum løgmaður og forsætisráðharrin hava heitt á Hægstarætt um at seta, skal taka støðu til sjálvstøðugan føroyskan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum, WTO.
Serliga nevndin verður sett eftir grein 6 í heimastýrislógini. Hetta er fyrstu ferð, at henda lógarheimild verður brúkt.
Føroyar hava leingi viljað fingið sjálvstøðugan limaskap í WTO, men løgfrøðingar í danska løgmálaráðnum hava sagt, at slíkur limaskapur er í stríð við grundlógina.
Bjørn Kunoy er sendimaður Føroya í Washington. Síðani 2007 hevur hann verið løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkistænastuni. Hann er professari í altjóða rætti á Fróðskaparsetur Føroya og adjunkeraður professari á Georgetown University, Washington DC. Bjørn Kunoy var formaður í dansk-føroyska embætisbólkinum, sum í 2021 kannaði møguleikarnar fyri føroyskum WTO limaskapi. Bjørn Kunoy er doctor juris fra Université Paris Ouest Nanterre (2013); LLM í evropeiskum rætti frá Europakolleginum í Brugge (2005) og hevur franskt løgfrøðiligt embætisprógv frá Université Ouest Nanterre (2004).
Sjúrður Rasmussen hevur síðani 2004 verið serligur løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, har hann ráðgevur landsstýrinum í stýrisskipanarviðurskiftum og løgfrøðiligu viðurskiftunum við Danmark. Hann var í 1993 limur og skrivari í arbeiðsbólkinum, ið gjørdi uppskot til endurskoðaða føroyska stýrisskipanarlóg, og var í 2004 við í føroysku sendinevndini, sum samráddist við donsku stjórnina um lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera. Sjúrður Rasmussen hevur lokið løgfrøðiligt embætisprógv frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn í 1982.