- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákærdir fyri at bróta revsilógina undir mótmælistiltaki í Nólsoy
Føroya rættur viðger í dag og næstu tveir dagarnar eitt mál, har fimm menn eru ákærdir fyri at forða løgregluni í at gera sítt arbeiði, fyri á grovan hátt at órógva almennu skipanina og fyri at órógva samferðslu.
Teir eru ákærdir fyri at bróta revsilógina. Allir fimm nokta seg sekan.
Tað var, tá ið nólsoyingar 1. september 2019 skipaðu fyri mótmælistiltaki við ferjuleguna hjá Ternuni í Nólsoy.
Millum annað varð innsiglingin til ferjuleguna sperrað, so Ternan ikki slapp útaftur.
Nólsoyingar vóru misnøgdir við, at Ternan enn einaferð var tikin úr siglingini um Nólsoyarfjørð, tí hon skuldi avloysa Teistan.
Tá ið Ternan kom til Nólsoyar seinnapartin 1. september, lá hon har í nógvar tímar, so ferðafólk sluppu hvørki í land ella umborð.
Løgreglan var boðsend.
Ákærin og verjin nýttu sjónbandaupptøkur frá hendingini í Nólsoy sum prógv í rættinum fyrrapartin.