Móttøka fyri Høgabergi fríggjadagin

Móttøka fyri Høgabergi fríggjadagin
Nýggja uppsjóvarskipið hevur verið á svartkjaftaveiuðu vestan fyri Hetland seinastu dagarnar
Nú kemur Høgaberg fyrstu ferð til Føroya.
Mynd: Karstensens skibsværft  
 
29.01.2025 - 14:50

Fríggjadagin klokkan 16 verður móttøka fyri nýggja Høgabergi í Fuglafirði. 

Høgaberg hevur verið á svartkjaftaveiuðu vestan fyri Hetland seinastu dagarnar. 

Hann fór úr Skagen, har hann er bygdur, fyri eini viku síðani.

Til móttøkuna fríggjadagin fer Høgaberg at liggja undir skrivstovubygninginum hjá Framherja í Fuglafirði.  

Á skránni verður dópur, sangur, røður, okkurt til matna, og eisini er møguleiki at fara umborð og síggja skipið.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859