Ætla at seta nýggjan kringvarpsstjóra í mars

Ætla at seta nýggjan kringvarpsstjóra í mars
Starvslýsingin kemur í februar
Nú verður søkt eftir nýggjum kringvarpsstjóra.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.01.2025 - 12:17

Nýggjur kringvarpsstjóri verður væntandi settur í mars mánaði.

Tað sigur Rógvi Olavson, formaður í kringvarpsstýrinum.

Hann sigur, at kringvarpsstýrið fer at hava fund hósdagin 6. februar, har starvslýsingin skal endaliga góðkennast, og vikuna eftir kemur lýsingin út.

 

Kringvarpsstýrið fyrireikar nú lýsingina eftir nýggjum kringvarpsstjóra. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Miðað verður so eftir at seta nýggjan stjóra einaferð í mars mánaði, sigur Rógvi Olavson.

Nær nýggi stjórin so kann taka við starvinum, veldst um so nógv, millum annað uppsagnartíð.

Tað eru skjótt tveir mánaðir síðani,  Ivan Niclasen varð koyrdur frá sum stjóri í Kringvarpinum.

Katrin Petersen er fyribils kringvarpsstjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948