Forboð fyri snildfonum í Skúlanum í Eysturkommunu

Forboð fyri snildfonum í Skúlanum í Eysturkommunu
Næmingar í Skúlanum í Eysturkommun sleppa ikki at hava snildfonir við í skúla. Fínt, halda summir næmingar. Keðiligt, halda aðrir
28.01.2025 - 20:40

Starvsnæmingur okkara seinastu vikurnar, Kristian Samuel Valle Zachariassen úr Skúlanum á Fløtum í Havn, hevur gjørt innslagið. 

 

Bóltspæl í fríkorterinum í skúlanum við Gøtugjógv, har børn frá 4. til 7. flokk í Eysturkommunu ganga í skúla. 

Her verður eingin órógvaður av Snapchat, Youtube ella Instagram. 

Næmingarnir í Skúlanum í Eysturkommunu sleppa ikki at hava snildfonir við í skúla. 

Atli F. Johansen, skúlastjóri, veit væl, at tað er eitt stórt inntriv at geva børnunum forboð fyri at hava snildfonir við í skúla. Men hann heldur, at tað hevur havt ein jaligan virkna. 

Næmingarnir í Skúlanum í Eysturkommunu eru ymiskir á máli um forboðið fyri snildfonum. 

Men børnini og skúlastjórin eru tó samd um, at tað hevur havt ávirkan, at snildfonirnar ikki longur eru loyvdar í skúlanum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008