- Tíðindi, mentan og ítróttur
1.800 lestrarpláss verða boðin út í summar
1.800 lestrarpláss verða boðin út í summar
Harumframt eru 25 lestrarpláss til hjánámslestur á Fróðskaparsetrinum og ph.d.-lestur, sum ikki er skipaður við árligari upptøku
29.01.2025 - 10:45
1797 lestrarpláss verða boðin út í Føroyum í summar.
Tey flestu, 856, eru í gymnasialari breytaskipanin.
Tað sigur Djóni Nolsø Joensen, landsstýrismaður, í svari.
Beinir Johannesen, løgtingsmaður, spurdi um lestrarpláss í Føroyum.
Landsstýrismaðurin sigur, at talið í svarinum er vegleiðandi.
Aftrat teimum 1797 plássunum eru 25 lestrarpláss til hjánámslestur á Fróðskaparsetrinum og ph.d.-lestur, sum ikki er skipaður við árligari upptøku.
Beinir Johannesen heldur, at vit eiga at fáa fleiri útbúgvingar, sum bæði venda sær til eftirspurningin hjá arbeiðsmarknaðinum og teimum lesandi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV