Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meiriluti fyri at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð
Meiriluti fyri at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð
Politisku flokkarnir eru samdir um at broyta viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, og teir vilja hava tjóðarsemju longu í ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
29.01.2025 - 14:47
Stórur politiskur meirluti tykist vera fyri, at Føroyar skulu skipast sum sjálvstøðug tjóð, ið ger sáttmála við Danmark um tætt samstarv.
Tað kom fram í forfólkaumfarinum í sjónvarpinum í gjárkvøldið.
Og flokkarnir vilja fegnir hava eina føroyska tjóðarsemju longu í ár.
Spurningurin er, hvat loysnin skal vera. Her eru aftur øll samd um, at Føroyar skulu hava nógv størri ræði á uttanríkispolitikkinum.
So langt heldur semjan millum allar politisku flokkar. Men tað tykist dragna millum Sambandsflokkin og hinar flokkarnar, tá tosið kemur inn á, hvussu hetta formliga skal skipast.
Trupult er at fáa hetta at ganga upp í verandi ríkisrættarligu støðu, og tí hugsa hinir flokkarnir um eina loysn, har Føroyar gerast sjálvstøðugar og síðani gera okkurt slag av sáttmála við Danmark um samstarv.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
29012025_Vegamot
Árni Gregersen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, sigur, at er burturvið at fara at samráðast við Danmark um ríkisrættarligu støðuna, um allir flokkar ikki standa saman.
Hann var gestur í útvarpsstovuni:
29012025_Arni_um_tjodarsemju
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV