- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avvarðandi: Himmalrópandi skomm at tyrlurnar ikki altíð eru tøkar
- Tað er ein himmalrópandi skomm, at tyrlurnar hjá Atlantic Airways ikki eru tøkar allar dagar í árinum til sjúkraflutning.
Tað sigur Anita Farstad av Tvøroyri, sum er avvarðandi hjá sjúklingi, ið mátti siglast til Havnar, tí at tyrlan ikki var tøk. Sjúklingurin fekk tí ikki so skjóta viðgerð, sum hann átti at fingið.
Brimil.
Talan var um ein 86 ára gamlan mann, sum annars var væl fyri, og hevði givið seyði fyrr um dagin, sum fekk blóðtøpp í heilan.
Hanus Toftheyggj, stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi, sigur, at tað er sera óheppið, tá ið eingin tyrla er tøk, tí tað er ikki altíð, at øll hjálp kann gevast á Suðuroyar sjúkrahúsi.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: