Formaðurin í Starvsfelagnum: Happing skal ongantíð góðtakast

Formaðurin í Starvsfelagnum: Happing skal ongantíð góðtakast
Súni Selfoss sigur, at úrslitið av kanningini kemur dátt við, og tiltøk eiga at verða sett í verk
Súni Selfoss er formaður í Starvsfelagnum.
 
04.10.2023 - 13:27

- Happing skal ongantíð góðtakast. Happing má steðgast.

Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, nú ein spurnakanning millum limirnar hjá felagnum vísir, at fimta hvørt starvsfólk verður happað á arbeiðsplássinum. 

Hann sigur, at úrslitið av kanningini kom dátt við, og neyðugt er at seta tiltøk í verk.

Kanningin vísir, at meginparturin av happingini er millum starvsfelagar.

Hoyr samrøðu við Súna Selfoss í útvarpstíðindunum:

 

04102023_Suni_Selfoss_og_happing

 

Kanningin, sum Starvfelagið hevur latið gera, vísir, at fimta hvørt starvsfólk verður happað á arbeiðsplássinum. (Savnsmynd)

 

Tikið í álvara

- Tað verður altíð tikið í álvara, tá ið eitt starvsfólk vendir sær til mín. 

Tað sigur Vár í Ólastovu Eiriksson, álitsfólk á Umhvørvisstovuni, nú Starvsfelagið hevur latið kanning úr hondum um happing:

 

04102023_Var_um_happing

 

 

 

 

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV