Vænta framvegis at seta met í ár

Vænta framvegis at seta met í ár
Í september komu og fóru umleið 37.000 ferðafólk um flogvøllin
Til 1.oktober eru 2,9 prosent fleiri ferðafólk enn til 1.oktober í 2019. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
04.10.2023 - 11:08

Ferðafólkini á flogvøllinum í Vágum vóru færri í september í ár enn í september í 2019, sum er árið, áðrenn korona kom.

Í september í ár vóru ferðafólkini 36.873. 

Tey vóru 38.052 í 2019. Tey eru tí 3,1 prosent færri í ár.

Men tey eru 2,2 prosent fleiri enn í september í fjør.

Til 1.oktober eru 2,9 prosent fleiri ferðafólk enn til 1.oktober í 2019.

So líkt er til, at 2023 verður metár til ferðafólk. 2019 hevur sum er metið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV