Fýra føroysk tónlistanøvn til Iceland Airwaves

Fýra føroysk tónlistanøvn til Iceland Airwaves
Elinborg, Marianna Winter, Aggrasoppar og Jazzygold eru til reiðar at fara á pallin, tá stóri Iceland Airwaves tónleikafestivalurin verður í Reykjavík í november
Elinborg verður millum føroysku luttakararnir á ársins Iceland Airwaves-festivali
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.09.2023 - 15:11

FMX, ið stendur fyri Faroese Music Export, boðar í dag frá, at fleiri føroysk tónlistanøvn eru á skránni, tá stóri íslendski tónleikafestivalinum Iceland Airwaves fer av bakkastokki í Reykjavík fyrst í november. 

Tey útvaldu eru Elinborg, Marianna Winter, Aggrasoppar og Jazzygold. 


Æðrasoppar/Aggrasoppar

Iceland Airwaves er, eins og The Great Escape í Brighton í Onglandi, by:Larm í Oslu í Noregi, og Reeperbahn Festival í Hamburg í Týsklandi, ein rættiliga væl kjølfestur vinnu- og musikkfestivalur, ið borðreiður bæði viðurkendum og frambrúsandi tónlistanøvnum.

Festivalurin varir í tríggjar dagar, og høvuðsfokus er tó á nýggjan tónleik, bæði íslendskan og altjóða.


Marianna Winter verður at hoyra á Iceland Airwaves í ár

Iceland Airwaves dregur hvørt ár eina stóra fjøld av bæði áhoyrarunum, tónleikavinnufólkum og tónleikamiðlum til sín úr øllum heiminum.

Airwaves hevur fleiri ferðir verið miðdepilin í byrjanini á yrkisleiðini hjá fleiri tónlistafólkum, eitt nú føroysku Joe and the Shitboys, ið fingu samband við altjóða tónleikapallin umvegis Iceland Airwaves.

Millum tónlistafólkini, ið hava spælt á Airwaves fyrr, hava vit stór nøvn sum til dømis Florence and the Machine, Fatboy Slim, Sigur Rós, Of Monsters And Men, Aurora, Haim, Highasakite, Robyn, Björk, Vampire Weekend og fleiri onnur.

Glenn Larsen, stjóri í FMX, fegnast um at føroysk tónlistafólk aftur í ár fáa høvi at vísa seg fram á Iceland Airwaves. 

"Eins og í fjør, so fara føroysku tónlistafólkini at spæla minst tvær almennar konsertir í part á festivalinum, har onnur er á miðsavnandi spælistaðnum Iðnó fríggjakvøld. Har fara vit at hava eina framførslu við bara føroyskum tónlistafólkum á pallinum. Tey føroysku tónlistafólkini hava eina konsert aftrat, og báðar verða ein partur av tí almennu skránni," greiðri Glenn Larsen frá.

FMX-stjórin letur eisini væl at framburðinum hjá føroyskum tónleiki í løtuni. 

"Vit hava tikið mong týðandi stig eftir fáum árum, og tað er skilligt, at Evropa og heimurin annars leggja merki til okkum. Møguleikarnir føroyskum tónlistafólkum verða bara fleiri og fleiri, og tað koma eisini ítøkiligar avtalur, miðlaumrøður og konsertir burturúr."


Marius DC gjørdi av álvara vart við seg á Iceland Airwaves í fjør

Bíleggingarstjórin hjá Iceland Airwaves, Sindri Ástmarsson, sigur í viðmerking, at tey á Icelandic Airwaves eru sera fegin um at fáa føroysk tónlistanøvn á skránna aftur í ár. 

"Føroysku tónlistanøvnini, ið áður hava spæla á festivalinum, hava staðið seg sera væl, og vit vóna, at føroysku nøvnini aftur í ár fara at bergtaka áhoyrarar, fjølmiðlar og tónleikavinnufólk eins og tey gjørdu í fjør."

Hvat: Iceland Airwaves
Hvar: Reykjavík, Ísland
Nær: 2. til 4. november 2023
Føroysk nøvn á skránni: Elinborg, Marianna Winter, Aggrasoppar og Jazzygold

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Sunnudag 15. desember
Andakt við Lis Samuelsen
185142
Sunnudag 15. desember
Møti úr Betania í Porkeri
185140
Fríggjadag 13. desember
Veðrið
185092
Fríggjadag 13. desember
Lutakast til HM-undankappingina í fótbólti
185071