Ruth Vang: Halda fast við lønarkarmin

Ruth Vang: Halda fast við lønarkarmin
Verður vikið frá karminum, fer alt á glið, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum
Ruth Vang er landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
 
27.09.2023 - 15:13

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at hildið verður fast við lønarkarmin, sum er ásettur.

Verður vikið frá honum, fer alt á glið.

Tað sigur hon, nú einki spurdist burtur úr semingsroyndini í sáttmálatrætuni millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir viðgera í løtuni spurningin, um farast skal í verkfall. 

- Munurin er, at Óluva í Gong skal røkja áhugamálini hjá sínum felag, men eg má hugsa um allan búskapin, sigur Ruth Vang.

Hon viðgongur, at tað fer at gera lønarsamráðingarnar torførari, at ávís fakfeløg fáa lønarlyft, og onnur ikki.

Hoyr samrøðu, sum Elin Winther Poulsen gjørdi við landsstýriskvinnuna, í útvarpstíðindunum:

 

27092023_Ruth_um_samradingar

 

Sí eisini: Sjúkrarøktarfrøðingarnir viðgera nú spurningin um verkfall

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV