- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákæra um tvígiftu tikin aftur
Málið um bigami, tvígiftu, sum í september í fjør var sett á rættarlistan, er tikið aftur eftir at almenn skjøl eru komin fram, sum stuðla uppundir, at konan ikki var gift, tá ið hon varð gift uppaftur.
Ein 39 ára gomul kvinna var ákærd fyri bigami, tvígiftu, fyri at hava gift seg við einum føroyingi, hóast hon var gift í heimlandi sínum í Asia.
Hetta var í 2012.
Málið skuldi viðgerast í Føroya Rætti í september, men verjin bað um at fáa tað útsett.
Tað varð útsett í tríggjar mánaðir.
- Málið er mett av nýggjum, og við nýggju skjølunum kann ákæruvaldið ikki føra prógv fyri, at hon er sek í tvígiftu, sigur Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri.
Ákæran er tí tikin aftur.