- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minnir nógv um samráðingaruppleggið hjá fullveldislandsstýrinum
Politisku tankarnir nú um broytingar í viðurskiftunum við Danmark minna nógv samráðingaruppleggið, ið fullveldislandsstýrið fór til Danmark at samráðast um aldarskiftið.
Tað heldur fyrrverandi løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir.
Eisini tá var ætlanin at samstarva tætt við Danmark, hóast formligu viðurskiftini millum londini skuldu broytast.
Tó heldur Marjun Hanusardóttir, at politiska kjakið enn ikki er komið so langt, at politikarnar heilt hava gjørt sær greitt, hvussu viðurskiftini skulu skipast, og tí kann vera ilt at meta um, hvør formliga loysnin verður.
Fyrrverandi løgmansstjórin í 25 ár heldur, at politikararnir verða noyddir at fyrireika seg uppá fleiri smálutir, tá ið teir ætla at broyta viðurskiftini við Danmark.
Hoyr samrøðu við Marjuna Hanusardóttir:
Marjun Hanusardóttir var løgmansstjóri frá 1996 til 2021, og hevur verið við í øllum tíðandi samráðingum við danir, um at broyta viðurskiftini millum londini.
- Beint nú er lagalaga løtan at koma víðari, sigur Marjun Hanusardóttir.