Minsta arbeiðsloysi higartil

Minsta arbeiðsloysi higartil
Í august vóru 182 fólk fulltíðararbeiðsleys
0,6 prosent er tað minsta, arbeiðsloysi í Føroyum hevur verið. (Savnsmynd)
 
26.09.2023 - 08:38

Arbeiðsloysið var 0,6 prosent í august.

Tað var 0,7 prosent í juli, men eisini 0,6 prosent í juni, skrivar Hagstovan.

0,6 prosent er tað minsta, arbeiðsloysi í Føroyum hevur verið.

182 fólk vóru fulltíðararbeiðsleys í august, tey vóru 223 í juni.

Minsta arbeiðsloysið, 0,3 prosent, er í Vágum. Í Suðuroynni er arbeiðsloysið eitt prosent.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV