- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valið stóð millum stjóran og nevndina
Um stjórin á Føroya Tele, Jan Ziskasen, ikki varð koyrdur til hús, var tað nevndin, sum reyk.
Tað fingu starvsfólkini á Føroya Tele at vita frá nevndarformanninum á starvsfólkafundi fríggjamorgunin.
Klokkan 9.33 fríggjamorgunin sendi nevndin í Føroya Tele miðlunum tíðindaskriv, har boðað var frá, at Jan Ziskasen var farin frá sum stjóri í Føroya Tele-samtakinum, og at William Joensen, fíggjarstjóri, fyribils tók við stjórastarvinum.
Orsøkin var, sambært tíðindaskrivinum, at nevndin vildi seta út í kortið av nýggjum, og at ein menningartilgongd tí varð sett í verk í samtakinum.
Tvey sektaruppskot
Við Kringvarpið segði nevndarformaðurin orsøkina til, at Jan Ziskasen var koyrdur til hús, vera tvey sektaruppskot upp á tilsamans 45 milliónir krónur.
Hann legði samstundis eina við, at einki skeivt var farið fram í teimum báðum málunum.
Vit hava tosað við fleiri fólk, sum vátta, at á fundi við starvsfólkini fríggjamorgunin segði nevndarformaðurin, Bjarni Arnason, at um nevndin ikki segði Jan Ziskasen úr starvi, reyk nevndin helst sjálv.
Jan Ziskasen var ikki til staðar á starvsfólkafundinum fríggjamorgunin.
Bjarni Arnason er nevndarformaður í Føroya Tele.
Má handla
Vit hava roynt at fáa eina samrøðu við nevndarformannin fyrrapartin, men hann hevði ikki stundir at gera samrøðu til hesa sendingina.
Vit spurdu hann, hví hann hevði ein heilt annan boðskap á starvsfólkafundinum, enn skrivað varð í tíðindaskrivið, og tað, hann segði í útvarpstíðindunum á middegi fríggjadagin.
- Ein nevnd má sjálvandi handla, tá tað er neyðugt, meira er ikki at siga, segði Bjarni Arnason í stuttari viðmerking í telefon fyrrapartin.
Jan Ziskasen er ikki longur samtaksstjóri í Føroya Tele.
Nevndarfundur í morgin
Eftir hvat skilst, hevur nevndin í Føroya Tele fund í morgin.
Vit hava roynt at fáa fatur á Jan Ziskasen, men tað hevur ikki eydnast okkum enn.
178 ársverk vóru á nýggjárinum á Føroya Tele. Har starvast umleið 200 fólk.