Grindin í Hvannasundi taldi 42 hval

Grindin í Hvannasundi taldi 42 hval
Seðlarnir komu út í gjárkvøldið
 
23.09.2023 - 12:11

Grindin, sum varð hildin til í Hvannasundi seinnapartin í gjár, taldi 42 hval.

Seðlarnir komu út á kaiini í Hvannasundi í gjárkvøldið, og grindin varð býtt í drápspartar, sum hvør var eitt skinn.

Tað var stutt fyri middag, at fólk á landi høvdu sæð grind út fyri bygdini í Árnafirði.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV