- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seks ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri at smugla kokain
Føroya rættur hevur dømt eina kvinnu úr Dominikanska lýðveldinum seks ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava smuglað 1,2 kilo av kokaini til Føroya og Íslands.
Dómsmansrætturin var samdur um dómin
Talan er um tvey mál.
Í seinna førinum er hon dømd fyri at hava okkurt um 600 gramm av kokaini við sær til Íslands, Hon hevði verið í Føroyum stutt frammanundan.
Hesi rúsevnini eru ongantíð funnin, men myndir eru funnar á telefonini hjá dømdu kvinnuni.
Eftir at dómurin var sagdur, skeyt kvinnan alt fyri eitt hetta málið inn fyri landsrættin við kravi um frídøming.
Óla Jákup Kristoffersen er verji hjá kvinnuni:
Politiið sigur í tíðindaskrivi, at gongdin í løtuni er tann, at løgreglan hevur alsamt fleiri mál, sum snúgva seg um serliga vandamikil rúsevni, serliga kokain.
Fleiri av teimum, sum smugla rúsevni til Føroya, eru útlendingar, sum annars ikki hava tilknýti til Føroya.
Meiri verður at frætta um málið í útvarpstíðindunum klokkan 18.