Lægri lúsamarkvirði fær smittuna at minka

Lægri lúsamarkvirði fær smittuna at minka
Tróndur Kragesteen, granskari, hevur skrivað vísindagrein um lús í alivinnuni í tíðarritinum Aquaculture.
Tróndur Kragesteen er granskari á Fiskaaling.
 
23.09.2023 - 12:20

Lúsin er ein avbjóðing í føroysku alivinnuni, og bæði í vinnu og gransking verður nógv orka løgd í arbeiðið at tálma lúsini.

Avbjóðingin kann gerast minni, um meira vitan fæst um, hvussu lúsastovnar í ávísum aliøkjum hátta sær, skrivar Fiskaaling.fo.

 

Bæði í vinnu og gransking verður nógv orka løgd í arbeiðið at tálma lúsini. (Savnsmynd: MEST)

 

Eitt nú hendir tað, at um allir alarar halda seg til eitt lægri lúsamarkvirði, minkar smittan uttanífrá samsvarandi. 

Tróndur Kragesteen, granskari á Fiskaaling, hevur saman við øðrum givið út nýggja vísindagrein í viðurkenda tíðarritinum Aquaculture.

Hann greiddi frá innihaldinum og verkætlanini á Vísindavøkuni fyrrapartin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

22002023_Trondur_Kragesteen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV