- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útflyta nógv minni til Russlands
Útflutningurin til Russlands er ikki hildin uppat, men hann er minkaður nógv.
Í juli var hann 4,9 mió.kr., næstan alt var brennievni til skip, skrivar Hagstovan.
Útflutningurin var 22,1 mió.kr. í juni og 39,3 milliónir í mai.
Havnarstongsulin móti Russland kom 12.juli.
Mest var útflutt til Russlands í oktober 2019. Tá var útflutt fyri 381 milliónir.
7,2 mia. tilsamans
Annars útfluttu Føroyar fyri 7,2 milliardir krónur frá 1.januar til 1.august.
Hetta eru 296 milliónir krónur meira enn í sama tíðarskeiði í 2022.
Laksaútflutningurin minkaði 255 milliónir krónur, átta prosent.
Nøgdin minkaði 7.300 tons, 19 prosent.
Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er prísvøksturin steðgaður, skrivar Hagstovan.
Nøgdin minkaði 7.300 tons, 19 prosent.
Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er prísvøksturin steðgaður, skrivar Hagstovan.