Stjórnarkreppa í Noregi

Stjórnarkreppa í Noregi
Støða skal takast til tríggjar ES-fyriskipanir um orkupolitikk, og flokkarnir eru ikki samdir
ForsætisráðharriJonas Gahr Støre og flokkur hansara, Arbeiðaraflokkurin, eru fyri at seta ES-fyriskipanirnar í gildi, men hin stjórnarflokkurin, Miðflokkurin, er ímóti
 
29.01.2025 - 19:15

Í Noregi er stjórnarkreppa, nú støða skal takast til tríggjar ES-fyriskipanir um orkupolitikk.

Forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre og flokkurin hjá honum Arbeiðaraflokkurin eru fyri at seta ES-fyriskipanirnar í gildi, men hin stjórnarflokkurin, Miðflokkurin, er ímóti.

ES-fyriskipanirnar, sum ES nú vil hava norsku stjórnina at seta í verk sum partur av EBS-samstarvinum, snúgva seg millum annað um mál um grøna orku og effektiva orkunýtslu, men tað er ikki so nógv sjálvt innihaldið í fyriskipanunum, sum norðmenn eru ímóti.

- Tað er meira stúranin fyri, at norskur orkupolitikkur í longdini fer at verða stýrdur av ES. Hetta kann spreingja stjórnina, sigur Jógvan Hugo Gardar, journalistur búsitandi í Oslo.

Jonas Gahr Støre fer eftir ætlan seinni í kvøld at tosa við formannin í Miðflokkinum, Trygve Vedum, skrivar norskir miðlar. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

Stjornarkreppa_i_Noregi

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017