Torførari at søkja um friðskjól í Týsklandi

Torførari at søkja um friðskjól í Týsklandi
Uppskot um at burturvísa asyl-umsøkjarar við týska markið er í dag samtykt í týska samveldistinginum
 
29.01.2025 - 20:07

Eitt uppskot um at burturvísa asyl-umsøkjarar við týska markið er í dag við teprum meiriluta samtykt í týska samveldistinginum. 

Uppskotið er ikki bindandi.

Konservativa andstøðan við CDU og CSU legði fram uppskotið við stuðli frá m.a. flokkinum Alternativ fúr Deutschland. 

Hetta er beint ímóti eini óskrivaðari reglu, sum hevur verið í gildi í longri tíð, um ikki at samstarva við AfD-flokkin, sum er fíggindasinnaður móti tilflytarum. 

Undan atkvøðugreiðsluni segði týski samveldiskanslarin Olaf Scholz seg vera ímóti uppskotinum.

Uppskotið varð samtykt við 348 atkvøðum fyri og 345 í móti. 

10 tinglimir atkvøddu ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017