Roynir framvegis semju

Roynir framvegis semju
Nakað er millum partarnar, og enn er ov tíðliga at siga, um semingsuppskot kemur, sigur Terje Sigurðsson
Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.09.2023 - 15:48

- Eg veit ikki, hvussu vónirnar eru.

Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, sum roynir semju í sáttmálatrætuni millum Lønardeildina og sjúkrarøktarfrøðingarnar.

Semingsroyndin byrjaði á middegi í gjár. Tey fóru til hús, tá klokkan gekk til tíggju í gjárkvøldið, og semingsroyndin var tikin uppaftur klokkan níggju í morgun.

- Vit arbeiða fram ímóti at koma til eina semju, men framvegis er nakað millum partarnar, sigur Terje Sigurðsson.

Hann sigur, at enn ber ikki til at siga, um nakað semingsuppskot kemur.

Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeidin hjá Fíggjarmálaráðnum sendu boð eftir Semingsstovninum 24.august.

Tá eydnaðist teimum ikki at semjast um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi á nýggjárinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008