Rigga til at skjóta hval

Rigga til at skjóta hval
Hvalabátarnir hjá partafelagnum Hvali í Íslandi ætla at skjóta nebbafisk sunnanfyri og vestan fyri Ísland
Hvalabátarnir fara út nú, so teir eru klárir at byrja fríggjamorgunin. (Savnsmynd)
 
28.08.2023 - 08:26

Fólk hjá partafelagnum Hvali í Íslandi rigga nú til at fara at skjóta hval 1.september.

Felagið hevur tveir hvalabátar.

Teir fara at skjóta nebbafiskar sunnanfyri og vestan fyri Ísland.

Hvalabátarnir fara út nú, so teir eru klárir at byrja fríggjamorgunin.

Hvalaveiðan skuldi byrja í juni, men dagin fyri, hon skuldi byrja, boðaði Svandís Svavarsdóttir, matvøruráðharri, frá, at nebbafiskaveiðan byrjaði ikki fyrr enn 1.september.   

Kristján Lofts­son, stjóri í Hvali, sigur við Morgunblaðið, at til ber at skjóta hval í september.

Eftir tað verður ov myrkt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823