Størsta meskavídd í føroyskum trolum

Størsta meskavídd í føroyskum trolum
Svartkalvastovnurin er tann sami, men ikki meskavíddin
Stovnurin er tann sami, men ikki reiðskapurin.
Mynd: Shutterstock.com  
 
11.03.2025 - 07:53

Hóast svartkalvastovnurin er tann sami við Føroyar, Ísland, Eysturgrønland og vestanfyri Skotland, er loyvda meskavíddin í trolinum tann størsta í Føroyum.

Hon er 145 millimetrar í Føroyum.

Hon er minni í øllum hinum londunum.

Í Noregi og í altjóða sjógvi í NAFO-økinum er hon 130 millimetrar, í Bretlandi og í Íslandi er hon 140 millimetrar og í Grønlandi er hámarksmeskavíddin 140 millimetrar í einum parti av trolinum.

Kanada hevur tó eisini 145 millimetrar.

 

Ongar felags ásetingar

Og hóast stovnurin er tann sami, eru ongar felags ásetingar um fiskiskapin, millum annað um reiðskap.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, sum spurdi um trolfiskiskap eftir svartkalva.

Í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir um at broyta reglurnar um meskastødd í fiskiskapinum við troli í føroyskum sjógvi, sigur landsstýriskvinnan. 

Hon sigur, at samskift er regluliga við Havstovuna um fiskiskapin eftir botnfiski undir Føroyum.

Spurningurin um meskavídd í troli fer at vera tikin upp.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594