376.000 fólk vilja boykotta Føroyar sum ferðamál

376.000 fólk vilja boykotta Føroyar sum ferðamál
Í eini roynd at fáa føroyingar at gevast við grindadrápinum, verður skipað fyri herferð fyri at fáa ferðafólkaskip at strika Føroyar sum ferðamál
Soleiðis sær herrópið hjá teimum, ið vilja boykotta Føroyar, út
 
01.08.2023 - 08:23

Fyri eini viku síðani fóru umhvørvisfelagsskapir undir eina nýggja herferð fyri at fáa ferðafólkaskip at boykotta Føroyar. 

Endamálið er at trýsta Føroyar at gevast við at drepa grind.

Átakið kom í kjalarvørrinum á grindini, sum doyði í Havn, meðan eitt útlendskt ferðafólkaskip lá á Havnini.

 

64 úr Føroyum skrivað undir

Nú hava 376.000 fólk skrivað undir upp á at boykotta Føroyar sum ferðamál.

Tað skrivar Dimma.fo og VP.fo, sum hevur tíðindini frá EuroNews

Stigtakararnir siga, at 64 av teimum, ið hava skrivað undir, eru úr Føroyum.

Endamálið hjá teimum er at fáa 500.000 fólk at skriva undir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109