Ólavsøka sett í stilli, men samregni

Myndir. Bjarni Árting Rubeksen

Helgi Dam Ziska, stórmeistari í talvi, setti ólavsøkuna 2023, Tað gjørdi hann við einari sera góðari setanarrøðu, sum var grundað á eina vón um, at Føroyar kunnu blíva ein sameind tjóð, ið dregur felagslínu. 


Tað var annars stilt og samregn, tá ið ólavsøkan 2023 bleiv sett. 


Á odda fyri skrúðgonguni reið Barbara Carlsen á hesti sínum "Forseti", ið er ein 19 ára gamal íslandshestur. 

Barbara Carlsen vann sær heiður at ganga á odda fyri ólavsøkuskrúðgonguni, tá ið hon gjørdist føroyameistari í tvíspori í fjør. 

Barbara Carlsen gjørdist føroyameistari á ryssuni Svannu hjá Hans P. Poulsen, men hevur tó valt at marsjera við sínum egna hesti, "Forseti", ið hon kennir seg tryggari við. 

Hóast regnið, so vóru nógv fólk møtt til ólavsøkusetanina, og tey vóru væl útgjørd við regnskjólum og regnsløgum. 

Tað eru ítróttarfólk í Tórshavnar kommunu, ið ganga skrúðgongu til ólavsøkusetanina aftur við tónunum frá Tórshavnar hornorkesti. 

Á hvørjum ári er tað fólk, ið onkursvegna hava tikið eitt tak fyri ítrótti í Tórshavnar kommunu, sum fáa heiðurin at seta ólavsøkuna. 

Á seta ólavsøkuna í ár var, sum áður nevnt, fallið Føroya fyrsta og einasta stórmeistara í talvi, Helga Dam Ziska, í lut, og hann helt eina sera sannførandi talu. 

"Tað grør um gangandi fót í Føroyum," staðfesti Helgi Dam Ziska sum tað allarfyrsta. "Her er arbeiði til allar hendur. Arbeiðsloysið er metlágt, útflutningur methøgur og nógv verður útstykkjað og nógv verður bygt. Vit hava ongantíð verið so rík, sum vit eru í dag." 

Útsøgnina brúkti føroyski stórmeistarin til at hugleiða um, hvat tað vil siga at vera føroyingur í 2023. "Tá eg hugsi um, hvat tað vil siga at vera føroyingur í 2023, so hugsi eg fyrst og fremt, at tað er ein framíhjárættur."

"Vit liva í einum landi, har vit sleppa undan at stúra. Har vit er spard fyri ófriði, yvirgangi og hungursneyð og hitabylgju. Børnini kunnu fara einsmøll út at spæla, og vit kunnu lata hurðina standa opna, tá vit fara frá húsum. Har vit altíð hava reint vatn og fríska luft."

"Har vit hava náttúruna uttan fyri dyrnar og síggja opið hav og fríar fjallatindar hvønn dag á árinum - burtur sæð frá á ólavsøku," skemtaði Helgi Dam Ziska. 

Helgi Dam Ziska setti spurningin um vit føroyingar geva okkum far um, hvussu gott vit hava tað?

"Virðismeta vit okkara framíhjárættindi? Tað liggur til okkum menniskjum at vilja hava tað, ið vit ikki frammanundan hava. Vit duga væl at finna tað, ið ikki er nóg gott við samgonguni, óansæð hvør situr í henni, við veðrinum, við hvørjum øðrum og við okkum sjálvum."

"Vit droyma um eitt betri lív, har vit ferðast meira og arbeiða minni, hava størri hús og minni skuld, buglutari kropp og beinari tenn, færri hár á búkinum og fleiri hár á høvdinum."

"Vit hava øll góðar og ringar dagar. Sleppa vit kravinum um tað fullkomna lívið, síggja vit kanska, at vit liva tað góða lívið."

Helgi Dam Ziska er sjálvur úrmælingur í síni ítrótt, og hann var eisini skjótur at varpa ljós á tey stóru úrslitini, sum føroysk ítróttarfólk fáa í hesum døgum. Úrslit, ið fyrr vóru púra óhugsandi fyri eina so lítla tjóð. 

Fyrst nevndi Helgi Dam Ziska flotta úrslitið hjá KÍ, ið varpaði ungarska meistaraliðið Ferencvaros úr Champions League-kappingini við einum sannførandi 3-0 sigri á útivølli. 

Helgi Dam Ziska nevndi eisini stóru framlopini, sum føroysku rennararnir gjørdu á Oyggjaleikunum fyrr í summar. 

Føroyska U21-manslandsliðið í hondbólti fekk sjálvandi eisini eina kvøðu við á vegnum, tí hvør hevði nakrantíð droymt um, at Føroyar nakrantíð fóru at vera á gáttini til at spæla seg til eina HM-hálvfinalu og kanska eina HM-finalu? spurdi Helgi Dam Ziska. 

Føroyski stórmeistarin í talvi svaraði sjálvur spurninginum, at tey hava verið rættiliga fá. "Vit tora nú at droyma stórar dreymar. Tað er ikki longur nokk at vera bestur í heimbygdini ella bestur í heimlandinum. Nei, nú vilja føroyingar vera bestir í heiminum."

Helgi Dam Ziska gjørdi tó eisini vart við, at hesi avrik eisini byggja á herðarnar á teimum, ið gingu undan fyri at tryggja føroyingum ein føroyskan samleika. 

Eitt nú teir lærarar, sum trossaðu myndugleikarnar og undirvístu á føroyskum, tá ið tað var ólóglig. Hetta gjørdu teir, hóast tað kundi kosta teimum starvið.

Helgi Dam Ziska fegnaðist eisini um, at manslandsliðið í hondbólti hevur tryggjað sær luttøku í EM-endaspælinum í januar. Tað er eisini at gleðast um, at føroyingar standa so væl saman um okkara ítróttarfólk, tí at 3000 føroyingar ætla sær til Týsklands at stuðla hondbóltsmonnunum. 

Føroyski stórmeistarin í tali harmaðist tó um, at sama samanhaldið, sum føroyingar vísa, tá ið tað snýr seg um ítrótt, ikki sæst aftur í gerandisdegnum, serliga í føroyskum politikki.

Helgi Dam Ziska setti spurnartekin við, um føroyingar veruliga vóru so ósamdir, tá alt kom til alt? Hann helt, at tað kanska var nakað, ið var íspunnið av politikarum, tí ósemjur eru ein fortreyt í politiska umhvørvinum.

"Er tað neyðugt at draga hvør sína línu? Ber bara til at síggja fýra ár fram í politiki?" spurdi Heldi Dam Ziska.  

"Mín vón skal vera, at vit í størri mun kunnu blíva ein sameind tjóð, ið dregur felags línu," endaði hann røðuna. 

Er kopiera