- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Glaspláta dottin av løgtingshúsinum
Sí myndirnar: Glaspláta dottin av løgtingshúsinum
Eingin skaði stóðst av, at ein av mongu glasplátunum, ið løgtingshúsið er klætt við, brotnaði av løgtingshúsinum og brast niður í Tinghúsvegin
27.07.2023 - 11:37
Í gjár var ein hvøllur brestur við løgtingshúsið á Tinghúsvegnum í Havn.
Nógv fólk, ið høvdu verið í biograf til nýggja Barbie-filmin, hvukku við.
Ein av mongu, stóru glasplátunum, ið løgtingshúsið er prýtt við, var brotnað av hongslunum og brostin niður í gongubreytina við løgtingshúsið.
Lukkutíð gekk eingin undir, tá glasplátan brast í gongubreytina.
Økið framvið løgtingshúsinum er nú byrgt av, men hetta er eisini ein dyggur smeitur fyri ólavsøkuhaldið.
Tingshúsvegurin og økið kring løgtingshúsið eru meginøkið á ólavsøkuni. Har eru nógv tiltøk, og tað ferðast nógv fólk.
|