- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tiltøkini móti Russlandi raka KSS og Mest
Kunngerðin um víðkaðan havnastongsil fyri russisk skip kom í gildi í gjár.
Hjá føroyskum fyritøkum, sum hava nógv við russisk skip at gera, merkir tað, at virksemið, og harvið eisini inntøkurnar, minka.
Mouritz Mohr er stjóri á Mest. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Tvær av hesum fyritøkum eru Klaksvíkar Sleipistøð og Mest.
Mouritz Mohr, stjóri á Mest, sigur, at neyðugt er at siga sáttmálar við russar upp, tí fyritøkan klárar ikki at halda frreistina, sum er ásett í kunngerðini.
Frimodt Rasmussen, stjóri á KSS. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Frimodt Rasmussen, stjóri í KSS, sigur, at tiltøkini móti Russlandi eru eisini tiltøk móti okkum sjálvum.
Klaksvíkar Sleipistøð.
Hoyr innslag í útvarpstíðndunum: