Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stór nøvn givið oyggjaleikaavboð
Stór nøvn givið oyggjaleikaavboð
Góðar vónir vóru til Rógva Kárason, Vár E. Eidesgaard og Súsannu Skylv á oyggjaleikunum, og tí er tað eitt bakkast fyri Føroyar, at tey hava givið avboð
Mynd: Savnsmynd
07.07.2023 - 13:04
Fleiri av teimum, sum stórar vónir vóru til á Oyggjaleikunum í Guernsey, eru ikki við kortini.
Rennarin, Rógvi Kárason, svimjarin Vár E. Eidesgaard og triatleturin, Súsanna Skylv, vóru øll á listanum, men fara kortini ikki at kappast í Guernsey.
Heilsutrupulleikar og serligir skaðar eru orsøkirnar.
Rógvi hevur hjartatrupulleikar
Rógvi Kárason úr Bragdinum, sum hevur vunnið mestsum allar kappingar í Føroyum seinasta árið, var ikki meir enn farin av startinum í Tórshavn Maraton fyri kortum, tá hann varð illa fyri og mátti leggja seg við vegjaðaran.
- Tað kendist, sum at onkur stóð á bringuni, meðan eg rann, og eg fór bara meira og meira framyvir, og til síðst kastaði eg meg út í grasið, tí eg merkti, at eg fór at smella, um eg helt fram bara eina lítla løtu afturat, fortelur Rógvi Kárason, sum skuldi kappast í hálvmaraton í Guernsey.
Hann varð innlagdur og kanningar hava síðan staðfest, at talan er um hjartafeilin, Wolff-Parkinson-White. Rógvi Kárason skal tí undir skurð, men kann byrja at venja aftur lutfalsliga stutt eftir viðgerðina.
- Eg eri sera keddur av at missa Oyggjaleikirnir á Guernsey, tí eg havi vant nógv í langa tíð. Eg havi glett meg nógv, tí hetta var fyrsta ferðin, at eg skuldi við og fyrsta ferðin, at eg skuldi umboða Føroyar. Tað havi eg aldrin roynt áður, sigur Rógvi Kárason.
Hóast hann iðrar seg um, at hann ikki verður við hesa ferð, ætlar hann at koma sterkt aftur.
- Tað kann ljóða eitt sindur løgið, men eg gleði meg til hesa viðgerðina - í øllum førum gleði eg meg til tíðina aftaná. Eg havi ongantíð hungrað meir eftir at renna skjótt, at trýsta meg ella at síggja betri úrslit, enn eg geri í løtuni. Eg havi sett mær nøkur stutttíðarmál og nøkur langtíðarmál, og hesi trúgvi eg fult og fast upp á, at eg fari at røkka, sigur Rógvi Kárason.
Vár hevur punkterað lunga
Stórar vónir hava verið til Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, sum vann fleiri gullheiðursmerki í Gibraltar í 2019. Hon er ein av royndasta svimjarunum í føroyska landsliðshópinum og hevur seinasta árið svomið í USA.
Trupulleikar við lungunum gera, at hon hevur verið noydd at geva avboð til Oyggjaleikirnar. Fyri tveimum mánaðum síðan punkteraði høgra lunga, og fyri kortum fekk hon boð um, at hon sleppur undir skurð í Danmark nú. Tí fær hon ikki kappast í Guernsey og øðrum kappingum í summar.
- Eg eri sjálvandi hørm um at ikki vera partur av íðkarunum hesuferð, men verði ístaðin ein íðin áskoðari á Ríkissjúkrahúsinum, sigur Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, sum hevur verið við á øllum Oyggjaleikunum síðan 2015. Føroysk svimjing hevur verið ígjøgnum eitt ættarliðsskifti síðstu árini, men Vár Erlingsdóttir Eidesgaard hevur kortini góðar vónir til yngru svimjararnar.
- Nógvir nýggir svimjarar eru, ið skulu royna seg í kappingini fyri fyrstu ferð. Tað merkir ikki, at hesir nýggju svimjararnir ikki megna at standa seg eins væl og eldri svimjarar ella svimjarar, ið hava luttikið fyrr, sigur royndi svimjarin úr HF og vísir á, at kravtíðirnar til leikirnar eru lagdar eftir bronsutíðunum frá seinastu Oyggjaleikum. Eftir ætlan verður Vár Erlingsdóttir Eidesgaard til reiðar at taka venjingina upp aftur í august, tá hon fer aftur til USA.
Súsanna Skylv eisini avboð
Oyggjaleikirnir á Gibraltar fyri fýra árum síðan byrjaðu væl. Fyrsta morgunin vann Súsanna Skylv triatlon-kappingina í stórum stíli. Hon var eisini á oyggjaleikalistanum hesa ferð, men hevur givið avboð og fer ikki at verja sítt gullheiðursmerki á Guernsey.
Rógvi Kárason hevur verið mestsum einaráðandi í føroyskari langteinarenning síðsta árið, men hjartatrupulleikar gera, at hann ikki verður við í Guernsey, har hann skuldi kappast í hálvmaraton
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV