Frælsur ítróttur: Ein danskur meistari og eitt føroyskt met

Frælsur ítróttur: Ein danskur meistari og eitt føroyskt met
Tórur Mortensen er danskur meistari í trístøkk, og Oddvør Josephsen rann seg til nýtt føroyskt met í 200 metra renning
Tórur Mortensen er danskur meistari í trístøkk
Mynd: FÍF  
 
25.06.2023 - 20:52

Tórur Mortensen er danskur meistari í trístøkki. 

Tað gjørdist hann til donsku meistaraskapini fyri smærri ítróttagreinar, sum hevur verið um vikuskiftið, skrivar Frælsur ítróttur Føroya.

Íðkarin úr Aarhus 1900, sum hevur verið illa darvaður av skaða, vann kappingina við einum lopi upp á 14,61m. Hansara besta lop er 15,45m.

Oddvør Josephsen, sum venur við Aalborg AM, gjørdi eisini vart við seg.

Á 200 metrum hilnaðist somikið væl, at tað eydnaðist henni at seta nýtt føroyskt met við tíðini 25,77 sek. Hon er fyrsta føroyska kvinna undir 26 sekund. Í 400 metra renning setti hon persónligt met við tíðini 59,22 sek.

Maria Biskopstø úr Treysti endaði á 2. plássi í 400 metra rimarenning. Hon fekk silvurið við tíðini 1.03,78, sum ikki er besta tíðin hjá henni.

Margit Weihe Fríðmundsdóttir úr Bragdinum stóð seg eisini væl. Hon rann seg til persónligt met á bæði 200 og 400 metra teininum. 

Tilsamans kappaðust níggju føroyskir íðkarar um donsku meistaraheitini um vikuskiftið. Hini vóru Dánjal Dahl Ljósheim (400m), Sunniva Bogadóttir (Spjótkast), Tinna Berg Jørgensen (100m), Rebekka Fuglø Poulsen (800m), Leon Johannesen (400m, 200m), Tummas Sjóvará (400m) og Eiri Jógvansson Glerfoss (longdarlop).
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109