Martha Hansen vann silvur í boccia

Martha Hansen vann silvur í boccia
Martha Hansen vann silvur í sterkasta bólkinum í boccia til Special Olympics í Berlin fyrrapartin
Martha Hansen var errin av silvurinum, hóast hon var favorittur undan finaluni
Mynd: Elin Michelsen  
 
22.06.2023 - 13:54

I morgun spældi Martha Hansen dyst um gullið í sterkasta bólkinum í boccia.

Eftir tveir tryggar sigrar og eitt tap í gjár, endaði Martha Hansen í gullfinaluni í morgun, har hon skuldi hitta eina av teimum, hon vann stórt á í gjár.

Tí varð ikki trupult at hugsa sær, át gullmerkið kundi vinnast, men soleiðis gekk ikki. Íðkarin, sum var úr Guyana, var sum hamskift frá í gjár, og frá tí løtu hon kastaði fyrsta bóltin, var hon frammanfyri, og endaði við at vinna stórt.

At vinna silvur í kapping við bestu bocciaspælarar í heiminum var tó nóg mikið, til at Martha Hansen hevði eitt stórt smíl á varrunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109