- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jákup Petur aftur stinnastur
Jákup Petur Eliassen er føroyameistari í bæði einkultstarti og vegsúkkling.
Mikudagin vann hann tíðarkappingina á vestara armi av Skálafjørðinum, og leygardagin sigraði hann ímóti kappingarneytunum á 104 kilometur langa teinum úr Runavík til Havnar, skrivar tsf.fo.
Fleiri av argastu kappingarneytunum vóru ikki við í gjár. Magni Hansen, sum trýsti Jákup Petur Eliassen í einkultstartinum, stillaði ikki upp, og tað gjørdu Helgi W. Olsen og Hilmar Hansen heldur ikki.
Gunnar og Jákup Petur struku avstað
Veteranurin, Gunnar Dahl-Olsen, var við, og hann fór undan hinum saman við Jákup Peturi Eliassen, tá teir nærkaðust Funningi. Teir øktu um munin um Eiðisskarð, og hjálptust í mótivindinum í Sundalagnum.
Tá komi var til Hósvíkar, fór Jákup Petur Eliassen undan, og súkklaði solo eftir Oyggjarvegnum til ein tryggan sigur í Havn við tíðini 3:35:06.5. Gunnar Dahl-Olsen troyttaðist so líðandi, men hann fekk so dánt hildið Paula Poulsen aftanfyri seg. Teir komu á mál smáar 10 minuttir eftir vinnaran.
Eftir ætlan skuldi føroyameistaraheitini í býarsúkkling vera um vikuskiftið, men kappingin er útsett av ov lítlari luttøku.