Fara nú at umvæla og umbyggja skúlabygningarnar

Fara nú at umvæla og umbyggja skúlabygningarnar
Í næstu viku verður vinnandi uppskotið av kampusi á Frælsinum í Havn avdúkað
Gamla skúlaøkið á Frælsinum í Havn verður kampus hjá Fróðskaparsetrinum. (Savnsmynd)
 
16.06.2023 - 15:57

Løgtingið hevur endaliga samtykt at heimila landsstýrismanninum í barna- og útbúgvinarmálum at  fara undir verkætlanina at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum í Havn.

Í fyrsta umfari verða tekjan og útveggirnir á lon 5 umvæld, og eitt fyribils parkeringsøki verður gjørt á fløtuni á Frælsinum.

Kostnaðurin er mettur til 24 milliónir kr.

 

Fyrireika heildarætlan

Ein heildarætlan fyri umvæling  og komandi nýtsluna av skúlabygninginum sum partur av Kampus verður nú fyrireikað, sigur Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

Talan er um fyrsta stig í tí stóru kampusætlanini, ið leggur upp til at byggja tríggir bygningar, sum eru tilsamans 20.000 fermetrar. Haraftrat skulu umleið 8.500 fermetrar umvælast, og parkeringskjallari gerast. 

Í næstu viku verður vinnandi uppskotið av arkitektakappingini til felagsbygning til Kampus avdúkað, upplýsir Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109